Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hevur tú mist foreldur ella systkin?

At missa foreldur ella systkin er sera svárt, og kann hava stóra sorg við sær. Sorg er ein natúrlig reaktión upp á at missa ein, sum stendur einum nær, og hon kennist ofta sera tung. Ymiskt er, hvussu sorgin ávirkar og hvørjar reaktiónir hon hevur við sær. Eitt nú eru vreiði, ótti, skuldarkenslur, trupult við at hugsavna seg, broyttan matarlist vanligar reaktónir. Hesar reaktiónir kunnu kennast ørkymlandi og ein kann kenna seg yvirtiknan av sorg. 

Nógv kenna seg einsamøll, tá tey eru í sorg. Sorg er tung at bera einsamøll/einsamallur. Hjá mongum kann tað tí kennast sum góð hjálp og stuðul at tosa við onkran, ið eisini hevur mist. Hetta fær ikki sorgina at hvørva, men hon kann kennast lættari at bera.

Sorg er lættari at bera í felag

Í Beranum er møguleiki fyri at tosa við onkran, sum skilir, hvussu tú hevur tað. Vit bjóða bæði einstaklinga samrøður og bólkar fyri børn og ung upp til 29 ár, sum hava mist foreldur ella systkin. Áðrenn tú kemur til samrøðu ella í ein bólk, bjóða vit tær, evt. saman við einum avvarðandi, til eitt prát um, hvussu Berin kann hjálpa tær. 

Umframt einstaklinga- og bólkasamrøður hava vit familjusamrøður, møguleika fyri ráðgeving til foreldur, aðra familju, vinfólk, makar og fakfólk um, hvussu tey á bestan hátt kunnu stuðla einum, ið hevur mist. 

Poddur um at vera tannáringur og missa foreldur

Eg sakni teg er ein poddvarpsrøð hjá Beranum, har vit viðgera evnið sorg. Vit hitta nøkur av teimum, sum ganga í Beranum og hoyra teirra søgu. Lív Højsted Horsdal, sálarfrøðingur, er vertur í sendingini og leiðir okkum gjøgnum sendingina um sorg, sakn og vón. Endamálið við sendingini er at tosa opið um tað, sum er so hart og meiningstleyst í eini vón um, at tú, sum eisini saknar, kennir teg eitt vet minni einsamalla/n og øðrvísi í sorgini.

Mín søga um at vera barn og ungur og missa foreldur ella systkin