Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Ein 14 ára gomul genta skrivar...

13. apr. 2010  |  Mín søga

“Eg eri ein 14 ára gomul genta, og eg misti pápa mín tá eg var 8 ára gomul. 

Eg vildi ikki í sorgarbólk, beint tá pápi mín doyði, tí eg var bangin. Eg tordi ikki í sorgarbólk, tí eg roknaði við, at eg fór at blíva bangin og fór at gráta. At gráta mátti man ikki gera, ímeðan øll sóu! So tá tað vóru eini 2 – 3 ár farin, hevði eg gloymt alt um sorgarbólk. Men seinni vildi eg gjarna prøva tað. Og eg eri virkuliga glað fyri, at eg byrjaði í sorgarbólkinum.

Tað hevur hjálpt nógv. Tað er virkuliga deiligt at kunna tosa við onnur, ið hava mist onkran, tí tey skilja tað. Man kann ikki tosa við vinirnar, tí tey skilja tað ikki, uttan so tey sjálvi hava prøva tað.

Sorgarbólkurin hevur haft stóran týdning fyri meg. Tí eg føldi meg virkuliga vælkomna. Eg kundi sita í minnuttir og práta um pápa mín, ímeðan øll sótu still og lurtaðu. Tá vit sita við borðið í sorgarbólkinum, og lurta eftir hvørjum øðrum, skal man ikki vera bangin fyri at gráta. Heldur lova tárunum út. Man følir at tey pressa, men man vil ikki. Tað kenni eg til!

Heima fór eg ofta í kamarið ella á vesið at gráta. Og tá tey koma út, so følir man seg betri.

Bólkaleiðarnir eru so góðar. Tær hjálpa tær ígjøgnum at tosa, so tað blívur nemt. Og man følir, at man altíð hevur kent tær. So tit, ið hava mist onkran, tit skulu ikki vera bangin fyri at fara í sorgarbólk. Tit fara í hvussu er ikki at angra tað.”

– Genta 14 ár