Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hvat er Berin?

Berin virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.

“Eitt stað, har ljósið altíð sleppur framat”

Navnið Berin merkir á donskum “lysning”. Ofta brúkt sum ein “lysning i skoven” – eitt stað, har sólin altíð sleppur framat. Á føroyskum kunnu vit eisini brúka hugtakið berajól, sita á berajólum og vera uttan verju. Hetta er nakað sum tey, ið mist hava, kenna alt ov væl. Harumframt kann navnið Berin, fáa ein at hugsa um at bera. Lyfta vit í felag, so kennist byrðan lættari.

Berin bjóðar fakkønan stuðul og hjálp til:

  • børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin.
  • børn og ung, sum hava álvarsliga likamliga sjúk foreldur ella systkin.
  • foreldur, sum hava mist barn/pinkubarn.

Bólka- og samrøðutilboðini í Beranum eru til:

  • børn og ung í aldrinum 0-29 ár.
  • foreldur, sum hava mist barn frá móðurlívi og til og við 29 ár.

Søgan

Søgan hjá Beranum byrjar í 2002 við at Anna Dalsgaard, lærari og Jóngerð Poulsen, heilsufrøðingur í sínum dagliga arbeiði, sóu, at tørvur var á tiltøkum fyri børn, ið høvdu mist foreldur við deyða. Í mars 2003 stovnaðu tær ´Sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung, sum hava mist foreldur`. Avgjørt var, at talan skuldi vera um eitt landsfevnandi og tvørfakligt tilboð. Í august 2003 byrjaði Oddvør Poulsen, námsfrøðingur, sum bólkaleiðari. Frá 2004 vóru fýra bólkaleiðarar og tilboðið varð víðkað til eisini at fevna um børn, sum høvdu mist systkin. Eisini vóru einstøk bólkatilboð fyri vaksin. Sama ár var hugskotsfundur og felagsskapurin varð navngivin Berin.

Í 2014 varð Oddvør Poulsen sett sum leiðari. Fyrsta uppgávan varð at broyta bygnaðin til meir enn ein áhuga hjálparfelagskap. Í mars 2015 varð kallað inn til aðalfund og Berin bleiv teknaður við nevnd og leiðslu. Næsta stigið var at samskipa bólkavirksemið og at uppbyggja tilboð við einstaklinga- og familjussamrøðum. Líka síðani hevur arbeitt verið miðvíst ímóti at kjølfesta og menna virksemið hjá Beranum. Í 2015 varð aldurmarkið víðkað til ung í miðnámsskúla aldri og seinni upp til 29 ár. Árið eftir, í 2016 gjørdist áhugafelagið Pinkubarnadeyði við Gunnvá Højgaard Mohr, lærara, og Elin Ziska, heilsufrøðingi, ein partur av Beranum. Og eitt skipað og støðugt tilboð varð ment til foreldur, sum hava mist pinkubørn. Seinni er tilboðið víðkað til eisini at fevna um foreldur, sum missa størri børn. Síðan 2016 hevur so líðandi verið arbeitt fram ímóti, at hjálpin eisini skal fevna børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin. Av áralongum royndum vistu vit, at tá talan er um langtíðarsjúku, so er sorgin byrjað langt undan missinum, sonevnd bíðisorg. Hesi árini hevur Berin eisini bygt upp eitt størri netverk til aðrar fakbólkar, ið arbeiða innanfyri sorg, bæði í Føroyum og uttanlands.

Í 2019 byrjaði Frida Poulsen, sum sálarfrøðingur í Beranum. Sum tannáringur misti hon mammu og luttók í bólki í Beranum. Í dag starvast harumframt Vár Vang Højsted sum sálarfrøðingur í Beranum.

Tað hevur verið arbeitt miðvíst øll árini við at lýsa tørvin á og týdningin av hesum fyribyrgjandi og heilsufremjandi arbeiði. Ein onnur broyting, sum er farin fram hesi árini, er ein hugburðsbroyting í samfelagnum, har sorg er vorðin minni tabu.

“Tá tað sær svartast út, ber til at leita eftir glottum”

Búmerkið, sum Jóngerð Poulsen hevur skorið í linoleum, er ímyndin av lívinum við sínum ljósu og myrku síðum. Tað skal minna okkum á, at sjálvt tá tað sær svartast út, ber til at leita eftir glottum. Og tá ið alt sær ljóst út, er tað tann svarta rípan, sum ger mynstrið.

Í Beranum starvast Oddvør Poulsen, dagligur leiðari og Frida Poulsen, sálarfrøðingur og Vár Vang Højsted, sálarfrøðingur. Harumframt er Berin samansettur av einum tvørfakligum toymi av eksternum bólkaleiðarum við viðkomandi útbúgvinum, førleikum og eftirútbúgvingum innan sorg og kreppu.

Oddvør Poulsen

Dagligur leiðari

Frida Poulsen

Sálarfrøðingur

Vár Vang Højsted

Sálarfrøðingur

Í løtuni eru umleið 30 børn og ung knýtt at aldursbýttum bólkum í Beranum. Harumframt skipar Berin fyri bólkum fyri foreldur, sum missa børn og fyri børn, sum hava álvarsama sjúk foreldur.

Berin veitur eisini vegleiðing og ráðgeving til avvarðandi og fakfólk umvegis teldupost, telefon og persónligar viðtalur. Harumframt arbeiðir Berin við fyribyrgjandi og kunnandi virksemi og hava eitt nú við jøvnum millumbili framløgur á skúlum og stovnum. Eisini vitja vit viðhvørt í skúlaflokkum hjá børnum, ið eru knýtt at Beranum. Hetta fyri at økja um forstáilsi hjá floksfelagum og lærarunum, har vit vegleiða í, hvussu tey best kunna stuðla barninum, ið hevur mist.

“Byrðan er lættari, um vit bera í felag”

Tað er altíð gott at kenna onkran, sum hevur verið gjøgnum tað sama sum tú. Tí arbeiðir Berin fyri at skapa ein felagsskap.

Familjuskeið

Síðan 2013 hevur verið skipað fyri einum árligum, afturvendandi tiltaki á Føroya Fólkaháskúla, har øll, sum hava verið knýtt at Beranum, hava møguleika fyri at hittast aftur og at luttaka saman við síni familju. Á skeiðnum er pláss fyri gaman og álvara. Dugnaligir verksstaðsleiðarar skipa fyri kreativum verkstøðum, har tað eisini er møguleiki fyri at arbeiða á ein øðrvísi hátt við tonkum og kenslum í standast av sorgini. Skipað verður fyri framløgum, har ung og vaksin, ið hava mist, greiða frá síni søgu. Eisini hava fakfólk her varpað ljós á viðkomandi evni. Rúm er eisini fyri skemti og undirhaldi – t.d. tónleiki, dansi og spølum.

Kafékvøld fyri ung

Í 2015 varð fyri fyrstu ferð skipað fyri Kafékvøldi fyri ung. Endamálið við tiltakinum er, at ung fáa høvi at hittast og práta við onnur ung í líknandi støðu. Tiltakið er fyri ung í aldrinum 16-28 ár, ið hava mist ein av sínum nærmastu, ella kenna onkran, sum hevur mist – t.d. vinfólk, floksfelagar ella unnusta/unnustu. Kafékvøldini eru eitt afturvendandi tiltak, har ymisk viðkomandi evni um at missa verða á skránni.