
Hevur tú mist ella álvarsliga sjúkt barn?
At missa ella hava eitt álvarsliga sjúkt barn kann elva til stóra sorg. Hóast man ikki hevur mist, og tann sjúki kroppsliga er til staðar, er vanligt at uppliva bíðisorg. Sorg er ein natúrlig reaktión upp á eina stóra broyting, men hóast sorg er natúrlig, er hon tung at bera. Tað kann kennast sera einsamalt at missa ella hava eitt álvarsliga sjúkt barn. Hjá nógvum kann tað kennast sum ein stór hjálp at tosa við onnur, sum hava verið í líknandi støðu.

Sorg er lættari at bera í felag
Í Beranum er møguleiki fyri at tosa við onnur, sum eru í líknandi støðu. BERIN – Føroyski Sorgardepilin skipar bæði fyri bólkum fyri foreldur, ið hava mist barn og bólkum fyri foreldur, ið hava álvarsliga sjúkt barn. Bólkarnir, ið eru fyri foreldur, ið hava mist barn, eru bæði fyri foreldur, sum hava mist nýliga, og fyri foreldur, sum hava mist fyri tíð síðani. Foreldrabólkarnir eru býttir sundur eftir aldrinum á barninum: pinkubørn, frá móðurlívi upp til 1 ár og børn í aldrinum 1 til og við 35 ár. Afturat bólkum, bjóðar BERIN – Føroyski Sorgardepilin einstaklingasamrøður við sálarfrøðing, familjusamrøður, vegleiðing o.a.
Poddur um at vera foreldur og missa pinkubarn
Eg sakni teg er ein poddvarpsrøð hjá Beranum, har vit viðgera evnið sorg. Vit hitta nøkur av teimum, sum ganga í Beranum og hoyra teirra søgu. Lív Højsted Horsdal, sálarfrøðingur, er vertur í sendingini og leiðir okkum gjøgnum sendingina um sorg, sakn og vón. Endamálið við sendingini er at tosa opið um tað, sum er so hart og meiningstleyst í eini vón um, at tú, sum eisini saknar, kennir teg eitt vet minni einsamalla/n og øðrvísi í sorgini.










