Tagnarskylda og fráboðanarskylda
Eitt stað, har tú kanst siga alt
Øll starvsfólk í Beranum hava tagnarskyldu. Hetta millum annað fyri, at tú kanst kenna teg trygga/n, tá tú tosar og ert saman við okkum. Tað merkir við øðrum orðum, at alt tað, ið tú fortelur okkum, verður verandi millum teg og tann, ið tú tosar við. Um vit tó fáa upplýsingar um eitthvørt, sum ger, at tú ella onnur eru í vanda, so hava vit kortini skyldu til at bróta tagnarskylduna í eini roynd at fáa meira hjálp til vega. Herumframt hava vit eisini herda fráboðanarskyldu, um vit fáa kunnleika um børn undir 18 ár, sum eru fyri ágangi ella vansorgan. Hetta merkir, at vit í okkara starvi hava skyldu til at boða Barnaverndartænastuni frá hesum, so barnið og familjan kann fáa meira hjálp.