Yrkisførleikar hjá starvsfólki og bólkaleiðarum í Beranum
Í Beranum verður arbeitt í einum tvørfakligum toymi, samansett av sálarfrøðingum, námsfrøðingum og lærarum. Afturat grundútbúgvingunum hava starvsfólkini og bólkaleiðarnir eisini ymiskar eftirútbúgvingar innan m.a. sorg og kreppu, viðgerð av forlongdari sorg, traumaviðgerð, narrativa eksponeringsterapi, dialektiska atferðarterapi og metakognitiva terapi.
Sostætt verður arbeitt eklektiskt – altso út frá ymiskum ástøði, har støði fyrst og fremst verður tikið í støðuni og tørvinum hjá tí einstaka, sum vendur sær til Beran.
Daglig starvsfólk

Oddvør Poulsen
Dagligur leiðari

Frida Poulsen
Sálarfrøðingur

Vár Vang Højsted
Sálarfrøðingur

Tóraldur Kollsker
Sálarfrøðingur

Kristina Cole
Sálarfrøðingur (verkætlan)
Bólkaleiðarar v.m.
Her síggjast m.a. bólkaleiðarar, ið saman við dagligu starvsfólkunum í Beranum, hvørja viku leiða bólkar fyri bæði børn, ung vaksin og foreldur.

Gunnvá Højgaard Mohr
Lærari, bólkaleiðari

Anna Dalsgaard
Lærari, týðing/vitanarmenning
Sjálvboðin
Her eru nøkur av teimum sjálvbodnu i Beranum – summi teirra hava verið í somu støðu sum tú. Tey sjálvbodnu fyriskipa og hjálpa til við tiltøkum, so sum familjutiltak, kafékvøld fyri ung vaksin, minningarløtu, verkstovu v.m.

Døgg Nónsgjógv
Sjálvboðin

Rannvá Arnadóttir
Sjálvboðin