Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Eg hevði ynskt eg var hjá tær

5. nov. 2012  |  Mín søga

Eg hevði ynskt eg var hjá tær. Har alt er gott.

Har eingin sorg er, eingin ótti, eingin pína.

Har alt er fagurt.

Einki at hugsa um, og einki at vera bangin fyri.

Har ljósareyðir dagar eru. Allar dagar.

Eg hevði ynskt at tú vart hjá mær.

Har tó ikki alt er gott.

Har sorgin er, óttin er, pínan er.

Nakað av tí er fagurt, sumt ikki.

Har man hugsar um alt, og mangt at vera bangin fyri.

Har nakrir av teimum gráu døgunum eru.”

– Málningar og yrking, Døgg 16 ár.