Eyguni fyllast
12. aug. 2003 | Mín søgaNívandi sorgin
hevur mong andlit
higstrandi grátin
sum ein kaldur knútur í bróstinum
tí tú
vinur okkara
ert ikki meir
æviga meiningsloysið
tí tú ikki komst aftur
rættvísu vreiðina
um tað vit mistu
og alt
sum ongantíð verður
lemjandi angistina
fyri kalda dýpinum
tóma stólinum
og fyri at svíkja tá á stendur
fløvandi takksemið
tí vit kundu kalla teg vin
tú sum gav
umsorgan
sorgblíðu gleðina
um lívið við tær
sum dugdi at siga frá
og at tiga
sára saknin
tað kennist salt á varrunum
kalda grøv tín rúmar mangt
tárið
– Jóngerð