Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hevur tú álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin?

At eitt foreldur ella systkin gerst álvarsama sjúkt er sera hart og kann hava stóra sorg við sær. Sjálvt um man ikki hevur mist, og tann sjúki kroppsliga er til staðar, er vanligt at uppliva bíðisorg. Tað kann kennast sera einsamalt at bera uppá bíðisorg, tí stórt fokus er ofta á tann sjúka og sjúkuna og tá kann vera torført at siga, hvussu man sjálvur hevur tað sum barn ella systkin. Bíðisorg er tung at bera einsamallur/einsamøll, og tí kann tað fyri nógv vera ein stór hjálp at finna onkran at tosa við. Tað ger ikki at bíðisorgin blívur burtur, men kann gera at sorgin gerst lættari at bera.

Sorg er lættari at bera í felag

Í Beranum er møguleiki fyri at tosa við onkran, sum skilir, hvussu tú hevur tað. Vit bjóða bæði einstaklinga samrøður og bólkar fyri børn og ung upp til 29 ár, sum hava álvarsama, likamliga sjúkt foreldur ella systkin. Áðrenn tú kemur til samrøðu ella í ein bólk, bjóða vit tær, evt. saman við einum avvarðandi, til eitt prát um, hvussu Berin kann hjálpa tær. 

Umframt einstaklinga- og bólkasamrøður, hava vit eisini familjusamrøður, møguleika fyri ráðgeving til foreldur, aðra familju, vinfólk, makar og fakfólk um, hvussu tey á bestan hátt kunnu stuðla einum, ið hevur álvarsama, likamliga sjúkt foreldur ella systkin.

Hvat er bíðisorg?

Poddur um at vera barn og ungur við einum álvarsliga sjúkum foreldri

Eg sakni teg er ein poddvarpsrøð hjá Beranum, har vit viðgera evnið sorg. Vit hitta nøkur av teimum, sum ganga í Beranum og hoyra teirra søgu. Lív Højsted Horsdal, sum er sálarfrøðingur hjá Beranum, er vertur í sendingini og leiðir okkum gjøgnum sendingina um sorg, sakn og vón. Endamálið við sendingini er at tosa opið um tað, sum er so hart og meiningstleyst í eini vón um, at tú, sum eisini saknar, kennir teg eitt vet minni einsamalla/n og øðrvísi í sorgini.