
Kjatta við okkum
Berin bjóðar dulnevnda ráðgeving og vegleiðing gjøgnum kjatt. Kjattið er rætta til børn og ung, sum hava mist ella hava álavrsliga likamliga sjúk foreldur ella systkin. Harafturat er tað rætta foreldrum, sum hava mist barn/pinkubarn. Eisini eru avvarandi og fakfólk rundan um hedan málbólkin vælkomin at venda sær til okkum gjøgnum kjattið. Dagligu starvsfólkini hjá Beranum svara kjattinum.
Vit leggja dent á, at ráðgevingin og vegleiðingin er dulnevnd. Tað merkir, at vit ikki síggja, hvør skrivar ella hvar viðkomandi er staddur. Einki av tí, sum verður skrivað, verður goymt hjá okkum. Samrøðurnar kunnu vera so langar, sum ein vil í upplatingartíðini á kjattinum.
Kjattið er opið hvønn mánadag frá kl. 11.00 til 13.00.
Daglig starvsfólk

Frida Poulsen
Sálarfrøðingur

Lív Højsted Horsdal
Løggildur sálarfrøðingur

Oddvør Poulsen
Dagligur leiðari