
Tú kanst eisini gera mun
Vit eru ómetaliga takksom og eyðmjúk, um at tú ynskir at stuðla arbeiðinum hjá Beranum.
Allur stuðul til Beran er kærkomin, so vit kunnu hjálpa flest møguligum børnum, ungum og teirra familjum. Ynskir tú at vera við til at fíggjarliga stuðla arbeiðinum hjá Beranum, ert tú vælkomin at stuðla okkara landsinnsavnan, gera eina bankaflyting, geva eina einstaka stuðulsgávu ella eina minnisgávu í samband við jarðarferð. Tað ber eisini til at melda seg sum lim og stuðla við 200 kr. árliga.
Eru nøkur ivamál ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
