Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Samrøður

Hvat ger man til samrøðu?

Í Beranum er møguleiki fyri at fáa stuðlandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð. Samrøðurnar eru við sálarfrøðingarnar, sum arbeiða í Beranum. At byrja við, verða 5-10 samrøður bjóðaðar, og eftir hesar samrøðurnar, verður meting gjørd av, um tørvur er á fleiri. Ein tími verður settur av til hvørja samrøðu. Ert tú undir 18 ár, verður ein avvarðandi oftast ein partur av samrøðugongdini, men ikki uttan, at tú veitst av. Dentur verður lagdur á, at samrøðurnar taka støði í tínum ynskjum og teimum avbjóðingum, sum tú upplivir í samband við sorgina. Samrøðurnar eru í hugnaligum hølum hjá Beranum í Niels Finsensgøtu í Havn.

Hvat kostar tað at ganga til samrøðu?

Samrøður og sálarfrøðilig viðgerð eru ókeypis og einki krav er um ávísing frá lækna.

Hvussu meldi eg meg til?

Til ber at fáa tíð til samrøðu við at ringja ella skriva til Beran, ella fáa onkran annan at seta seg í samband við Beran fyri teg. Tú verður síðan boðin til eina kunnandi samrøðu evt. saman við foreldrum/avvarðandi og kanst út frá hesum avgera, um tú/tit ynskja at taka ímóti einum av okkara tilboðum.