Her húsast vit
Í eyðkendu gulu húsunum á Niels Finsensgøtu 32 heldur Berin til. Tað er yvir av Finsen og við síðina av Sjónaleikarhúsinum. Har hava vit okkara ráðgevandi og stuðlandi samrøður, sálarfrøðiligu viðgerð og sorgarbólkar. Vit leggja dent á at innrætta okkara høli, soleiðis at tey eru hugnalig og innbjóðandi, samstundis sum at her kennist trygt og fjálgt.
Ring, skriva ella kjatta
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit bjóða. Vit eru at hitta mánadag til fríggjadag frá kl. 09:00 til 15:00. Fáa vit ikki svarað telefonini, ringja vit aftur skjótast gjørligt. Eisini ber til at kjatta við okkum mánadagar frá klokkan 11.00 til 13.00.
Adressa: Niels Finsens gøta 32, FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 222993
Teldupostur: berin@berin.fo
Parkeringsviðurskifti
Parkeringsviðurskiftini í miðbýnum eru ikki tey bestu. Tað ber m.a. til at seta bilin á parkeringsøkið frammanfyri ella aftanfyri Sjónleikarhúsið, á Svínaryggi ella á Skálatrøð, har parkering er loyvd í 8 tímar.