Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Bólkar

Hvat ger man í bólkunum?

Bólkarnir verða leiddir av fakfólki við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan sorg, ið stuðla og leggja lag á. Dentur verður lagdur á at uppbyggja álit og tryggleika í bólkinum, fyri at gera tað lættari hjá luttakarunum at seta orð á. Tað sum verður gjørt á bólkafundunum er í stóran mun at práta um evni innan sorg við støði í tí, sum luttakararnir ynskja at práta um. Alt eftir aldrinum á luttakarunum, verður annað eisini gjørt, so sum at tekna, mála, hyggja eftir filmsbrotum o.t. Dentur verður lagdur á, at vit bæði seta orð á og hugna okkum til bólkafundirnar. Tú avger sjálv/ur, hvat og hvussu nógv tú ynskir at deila ella seta orð á í bólkinum. 

Hvar og nær eru bólkarnir?

Bólkarnir eru í hugnaligum hølum hjá Beranum í Niels Finsensgøtu í Havn. Teir eru býttir upp eftir aldri, soleiðis, at tað eru barnabólkar, tannáringabólkar og ungdómsbólkar. Teir byrja vanliga hálva hvørt ár, sum er ávikavist í jan/feb og aug/sep. Annars byrja teir so hvørt nóg nógvar tilmeldingar eru. Bólkarnir hittast aðru hvørja viku í tveir tímar, í alt 10 ferðir. Bólkaluttakarar møtast saman við tveimum bólkaleiðarum. Eftir eitt bólkaskeið, verður tikið samanum við einari eftirmetingarsamrøðu saman við bólkaleiðarunum. 

Hvat kostar tað at luttaka í bólki?

Kostnaður fyri at luttaka í bólki er 300 kr. Luttøkugjaldið skal tó ongantíð vera ein forðing fyri at luttaka í bólki. Um so er, at gjaldið er ein trupulleiki , finna vit eina loysn. 

Hvussu meldi eg meg til?

Til ber at melda seg til bólk við at ringja ella skriva til Beran ella fáa onkran annan at seta seg í samband við Beran fyri teg. Tú verður síðan boðin til eina kunnandi samrøðu, møguliga saman við foreldrum/avvarðandi. Út frá samrøðuni kanst tú avgera, hvat tú/tit ynskja.