Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Mammudagur

12. mai. 2019  |  Mín søga

“Dagurin vit forkela mammu við morgunmati, blómum og gávum. Eg minnist hendan dagin hugnaligan og fullan av kærleika, ið bert mammuhjarta kundi geva. Mamma kemur smílandi uttar í køkin, takkar fyri og minnir okkum á, at hon hevur havt mammudag hvønn dag, síðan hon gjørdist mamma fyrstu ferð. Tað var altíð deiligt, at hoyra mammu siga hesi orðini.Tó minnist eg ikki, at mammudagurin segði mær so nógv, tá mamma livdi, sum hann ger nú. Mammudagurin broyttist fyri 8 árum síðani. Nú vitji eg mammu á grøvini og havi blómur við.Hóast nógvar hugnaligar mammudagar saman við mammu, so hevur mammudagurin ongantíð sagt mær so nógv sum nú. Smílini, klemmini og setningurin um, at mammudagur var hvønn dag, eru minnir, ið eg gleðist um at eiga. Hevði eg átt ein seinasta mammudag saman við mammu afturat, so kundi eg ringt og ynskt henni góðan mammudag og sagt henni, at tað ikki liggur fyri at vitja hana á sjálvum mammudegnum, men vit hugna okkum ein annan dag.”

– Samuellina