Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Sálarhjálp til ukrainar, sum eru flýddir úr heimlandinum

BERIN – Føroyski Sorgardepilin bjóðar øllum, sum eru flýdd í samband við kríggið í Ukraina, bæði ókeypis einstaklinga samrøður og bólkaundirvísing.

Í Beranum er møguleiki fyri at tosa við fakfólk við útbúgving og royndum innan sorg, trauma og kreppu umframt at møta øðrum í líknandi støðu. Áðrenn tú kemur til samrøðu ella í ein bólk, bjóða vit tær, evt. saman við einum avvarðandi, til eitt prát um, hvussu BERIN – Føroyski Sorgardepilin kann hjálpa tær.

Eisini bjóða vit familjusamrøður, møguleika fyri ráðgeving til foreldur, aðra familju, vinfólk, makar og fakfólk um, hvussu tey á bestan hátt kunnu stuðla einum, ið er flýddur undan krígnum í Ukraina.