
Hevur tú mist foreldur ella systkin?
At missa foreldur ella systkin er sera hart, og kann hava stóra sorg við sær. Sorg er ein natúrlig reaktión upp á at missa ein, sum stendur nær, men hon kennist ofta sera tung. Tað er ymiskt, hvussu sorgin ávirkar og hvørjar reaktiónir hon hevur við sær. Tað kann eitt nú vera vreiði, ótti, skuldarkenslur, trupult við at hugsavna seg, broyttan matarlist o.s.fr. Hesar reaktiónir kunnu kennast ørkymlandi og man kann kenna seg yvirtiknan av sorg.
Nógv kenna seg einsamøll, tá tey eru í sorg. Sorg er tung at bera einsamøll/einsamallur, og tí kann tað fyri nógv vera ein stór hjálp at finna onkran at tosa við. Tað ger ikki at sorgin blívur burtur, men kann gera, at sorgin gerst lættari at bera.

Sorg er lættari at bera í felag
Í Beranum er møguleiki fyri at tosa við onkran, sum skilir, hvussu tú hevur tað. Vit bjóða bæði einstaklinga samrøður og bólkar fyri børn og ung upp til 29 ár, sum hava mist foreldur ella systkin. Áðrenn tú kemur til samrøðu ella í ein bólk, bjóða vit tær, evt. saman við einum avvarðandi, til eitt prát um, hvussu Berin kann hjálpa tær.
Umframt einstaklinga- og bólkasamrøður hava vit eisini familjusamrøður, møguleika fyri ráðgeving til foreldur, aðra familju, vinfólk, makar og fakfólk um, hvussu tey á bestan hátt kunnu stuðla einum, ið hevur mist.
Poddur um at vera tannáringur og missa foreldur
Eg sakni teg er ein poddvarpsrøð hjá Beranum, har vit viðgera evnið sorg. Vit hitta nøkur av teimum, sum ganga í Beranum og hoyra teirra søgu. Lív Højsted Horsdal, sum er sálarfrøðingur hjá Beranum, er vertur í sendingini og leiðir okkum gjøgnum sendingina um sorg, sakn og vón. Endamálið við sendingini er at tosa opið um tað, sum er so hart og meiningstleyst í eini vón um, at tú, sum eisini saknar, kennir teg eitt vet minni einsamalla/n og øðrvísi í sorgini.