Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Stuðulsgáva frá Føroyskum hondbóltsfjepparum og Gulli Gluggum

12. mar. 2024  |  Tíðindi

Eftir EM dystirnar í Berlin fekk Berin hesa serstøku heilsan frá Føroyskum hondbóltsfjepparum:

“Føroyskir hondbóltsfjepparar ynsktu at gera sær dælt av, at leikarnir á manslandsliðnum í hondbólti, sum júst hava imponerað allan heimin við sínum frálíka hondbóltsspæli í EM í Týsklandi í januar, eru so vældámdir.

Tí varð støða tikin til at selja eina fjepparatroyggju við autografum frá landsliðsleikarunum og venjarunum, og at pengarnir skuldu fara til eitt vælgerðandi endamál.

Berin er ein góður felagsskapur, og var tað fyrsta navn, sum kom fram, tá hugsað var um, hvar pengarnir skuldu fara.

At enda var tað Gulli Gluggar, sum ynsktu at geva 4.000 kr. fyri troyggjuna.”

Hjartans tøkk til Føroyskar Hondbóltsfjepparar og Gulli Gluggar fyri stuðulin til Beran ❤