Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Kom við til familjutiltakið hjá Beranum á Føroya Fólkaháskúla

22. jan. 2024  |  Tíðindi

Tiltakið verður í vikuskiftinum 3.-4. februar.

Skráin er fjølbroytt, við gaman og álvara, har hugni og samvera er í hásæti. Har verður m.a.:

• Spennandi kreativar verkstovur innan t.d. list, leik og tøving

Framløgur, har onnur, ið hava mist, siga frá síni søgu og fakfólk hugleiður um sorg, sakn og vón

• Tónleikur

• Í fimleikarahøllini eru góðir møguleikar at spæla stikkbólt, flogbólt, badminton og annað

• Okkurt gott til góman

• Eisini liggja ymisk borð-/familjuspøl frammi

Familjur, børn, ung og vaksin, sum á ein ella annan hátt hava havt samband við Beran gjøgnum árini, ella umhugsa at luttaka í Beranum – komið við til spennandi og áhugavert tiltak. Børn/ung kunnu luttaka einsamøll (frá uml. 15 ár) ella melda seg til saman við sínum nærmastu, ommu, abba, mostur, vini ella øðrum.

Hetta er 10. ferð at væl umtókta familjutiltakið verður. Tað er eitt gott høvi at hitta onnur, sum skilja tína støðu, at møta teimum, tú kennir frá Beranum ella til at kobla úr vanliga gerandisdegnum.

Avmarkað pláss er, so tað er at kvika sær at melda til. Melda til ella fá nærri kunning um tiltakið við at skriva til berin@berin.fo ella umvegis FB