Ein pápi skrivar...
26. feb. 2016 | Mín søga“Tað hevur verið gevandi og til stóra hjálp at luttikið í sorgarbólki fyri foreldur, sum hava mist børn:
– At verða stuðlaður til at seta orð á mínar tankar og kenslur. Samstundis sum tað, at tosa um alt tað kensluborna í samband við at missa okkara barn, eisini hevur verið tað truplasta fyri meg.
– At finna út av, at tað eru onnur, ið skilja og kenna nógv aftur, hóast støðurnar eru ymiskar.
– At fáa luft og at verða hoyrdur.
– At bólkaskeiðið hevur verið ein samanseting av professionellari hjálp í Beranum og sum sjálvhjálparbólkur, har vit sum foreldur kundu møtast heima hjá hvør øðrum”.
– Pápi, sum hevur mist barn