Ein mamma skrivar...
25. feb. 2016 | Mín søga“Vit komu í sorgarbólk eini 4 mðr. eftir, vit høvdu mist Malik.
Vit møttust aðru hvørja viku í eitt hálvt ár. Fyrst saman við bólkaleiðarum nakrar ferðir, har vit viðgjørdu ymisk evni, og síðani møttust vit heima hjá hvørjum øðrum, uttan bólkaleiðarar.
At vera partur av hesum bólki hevur havt ótrúðliga stóran týdning fyri mína sorgarprocess. Tað hevði nógv at týða, at eg kundi vera í einum felagsskapi, har vit høvdu tað í felag, at vit syrgdu um okkara børn. Eg havi fingið tíð og møguleika at fordjúpa meg í sorgini og at deila tankar og kenslur við onnur. Tey hava kent okkurt aftur, eg havi nevnt, og kent okkurt aftur, sum onnur hava nevnt. Eisini havi eg í tí stilla givið mær tíð at viðgera alllar tær “óbehagiligu” kenslurnar, sum fylgja við sorgini.
Tá tú ert í einum felagsskapi, har tit hava okkurt í felag, følir tú teg góðtiknan, og tú merkir, at tey skilja teg á einum øðrum støði, enn fólk ið ikki hava upplivað nakað líknandi. Hetta og tað, at tíð bókstaviliga er sett av til, at tú arbeiðir við sorgini í eitt tíðarskeið, hevur havt størri týdning fyri meg, enn eg hevði ímynda mær.
Í dag føli eg, at eg eri komin har til, at eg livi við sorgini á ein sunnan hátt. Eg hugsi ofta um Malik í tí stilla – ofta við einum smíli og einari kenslu av sorgarblídni. Eg kann tosa nattúrliga um hann í tí rætta høpinum, uttan at sorgarkenslurnar taka yvir.
Tað fara nokk altíð at vera tungar løtur og tíðarskeið, har saknurin fyllur nógv, men eg havi lært at góðtaka tað, tí tað er púra natúrligt, at tær keðiligu kenslurnar koma aftur og aftur. Eg havi jú mist mítt dýrabara barn. Og tað er OK at hava tað soleiðis onkuntíð”.
– Mamma, sum hevur mist barn