Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Við gravir sum tína, má hugtakið eingil verða føtt!

28. sept. 2018  |  Mín søga

Berin ger eitt ómetaligt stórt arbeiði. Var til ein morgunmat fyri nøkrum árum síðani í heimbygdini Oyndarfirði. Umboð fyri Beran, sum eisini er ættað hagani, var við. Hon greiddi frá endamálinum við Beranum og hetta tá børn missa ein av sínum nærmastu. Ikki vardi tað meg, at vit sum familja skuldu verða rakt av eini slíkari hending, har brúk bleiv fyri hesum felagskapið. Helt at hon yvurdreiv, tá fortalt bleiv um hesa skuldarkensluna børn kunnu hava, tá sorg rakar. Tora valla at verða glað, fyri ikki at sára foreldrini. Nakrar fáar dagar aftaná jarðaferðina koyrdi eg ein biltúr. Yngsta dótturin (5 tá) sat aftanfyri. Spældi ein tristan sang í anlegginum. Tá eg hugdi í speglið, sá eg at hon sat við beinunum kreptum uppi undir sær. So eg mátti skifta sang og práta við hana. Hon vaknar av og á um náttina og leingist eftir Barbaru.   

Vit mistu okkara elskaðu Barbaru 20 nov 2016. Hon var fullborin og konan lá á føðideildini vegna ov høgt blóðtrýst. Hevði tað fínt,vitjaðu hana leygarkvøld. Ja so gott, at vit spurdu um hon kundi koma ein túr at eta ein bita í býnum. Men tað bleiv noktað. Fóru til hús aftur, elstu døturnar báðar og eg. Um náttina fekk konan sterka pínu. Hjartaljóðið var ov veikt og avgjørt bleiv at taka barnið út við akkuttum keisaraskurðið. Tey arbeiddu leingi, fingu hjarta at sláa og blóðið at ilta. Men heilaskaðin vegna iltmangul var ov stórur. Hon gav eingi tekin at anda sjálv.

There are things that we can have, but can’t keep. —-  Linkin Park

Tað var sera ringt, at taka seg saman at seta seg í samband við Beran. Vit gjørdu tað longu 2 mðr aftaná missin. Man gongur og hugsar: Er hetta nakað fyri okkum? Skal man virkuliga sita og fortelja um sínar kenslur fyri fremmandafólkið? Fer tíðin ikki at lekja hetta?  Fyrst ein kunnandi fund, har greitt bleiv frá hvussu tey arbeiða. Komu í ein sjálvhjálparbólk saman við 3 ørðum pørum. Minnist hvussu móður man var eftir fyrsta fundin. Men tað hjálpti at seta orð á og hoyra hvat hini høvdu uppá hjarta. Man líkasum lessar av og tey eru ílatin at lurtað, sjálvt um støðurnar hjá pørunum ikki vóru eins. At tendrað eitt ljós fyri teimun vit høvdu mist, bleiv hugnaligt og ein virðilig løta.

Sjálvhjálparbólkurin eru í mínum hugaheimið ein amboðskassi, sum man kann taka fram og brúka tá tað er neyðugt. Og eg skal viðmæla øllum sum koma í eina slíka støðu, at seta seg í samband við Beran. Tað hjálpir verðuliga. Vóru til stuðulskonsert í vár. Sat við tárum í eygunum til tíðir, men var hugnaligt og gevandi. Øll vóru í sama báti, hóast ymiskar støður.

Vil siga at tað fyrsta árið var hart at koma ígjøgnum. Fór sjálvur til arbeiðis aftaná 6 vikum. Konan gekk heima í 10 mðr, til skúlabyrjan árið eftir . Tað var gott fyri meg, og eisini tiltrongt fyri konuna at ganga heima. Fekk tíð at koma seg og ikki minst taka sær av børnunum.  Man hugsar nógv um datoini, sum koma. Terminin, jólin vóru faktiskt bara heilt ok, 3 mðr osfr. Ársdagin tóku vit øll frí og vitjaðu grøvina og høvdu ein hugnaligan dag. Nú hava vit vant okkum við støðuna. Ja onkuntíð heldur man, at man syrgir ov lítið. Men hetta verður ein fylgisveinur, restina av okkara foldarlívið. Sorgin er tað einasta sum knýtur meg og dóttrina saman. So tá eg havi tað ringast, so føli eg samstundis mest nærleika til mína elskaðu dóttir. 

Hini børnini: Barbara var okkara 6 barn. So stóra uppgávan var at taka okkum av hinum. Hava havt tey við í øllum viðurskiftunum. Verið púra opin um alt. Kanska hava tey sloppið meira í tíðini aftaná. Bæði vegna manglandi orku og so tað at man sær verðina frá einum heilt øðrum vinkuli. Ein tvístøða er tá fólk spyrja: Hvussu nógv børn eiga tit? Og tá er tað komið fyri at man sigur 5. Ikki altíð at man tímir at seta tey í eina keðiliga støðu. Vælvitandi um, at hetta ikki er rætt. So tað má arbeiðast eitt sindur við.

Hava fingið serliga umsorgan frá einstøkum eldri kvinnum. Og so vísur tað seg, at tær eisin hava mist børn. Og sárið støkkur upp at bløðað aftur. Men tá bleiv tað mestsum tagt burtur. Men tað bleiv ikki burtur av teirri grund.  Ein 2 ára eldri beiggji mín druknaði 2 dagar áðrenn eg bleiv 2 ár. Og hetta bleiv tagt burtur. Hetta gjørdi man tá. Og er við til at framleiða 100 tals ósvaraðar spurningar. Ja, man nevnir ikki viðkomandi, nokk fyri at spara foreldrini.   

Hóast vit hava mist okkara barn, so er lívið í okkara familju ikki uttan gleðið og eydnu. Tvørtur ímóti, vit flenna og eru glað aftur. Ein djúpari og sterkari gleðið kanska? Man leggur ikki í smáting, sum í veruleikanum onki hava at týða. Sjálvt um sorgin av at missa ein av okkara kæru, fer at fylgja okkum avvarandi restina av okkara foldarlívið.

Steinbjørn B. Jacobsen sáli eigur yvurskriftina í erva og yrkingina niðanfyri. Skaldskapur hevur verið mær til stóran ugga.

Aftur og aftur

Skal sólin rísa

Eitt ótal av eygum

Skulu møta henni

Men tvey eygu vanta

Tvey eygu

sær hon ikki

Takk til tykkum sum tóku stig til Beran. Og dagliga gera eitt stórt arbeiði, sum er til stóra hjálp. Vónandi kann man geva aftur í døgum sum koma.

Sólin og verðin fóru víðari. Vit tøttla varliga aftaná.  

– Fróði Ejdesgaard