Bólkaundirvísing
Hvat ger man til bólkaundirvísing?
Bólkarnir verða leiddir av tveimum fakfólkum við viðkomandi útbúgvingum og royndum, ið stuðla og leggja lag á. Bólkarnir eru býttir upp eftir aldri, soleiðis, at tað eru barnabólkar, ungdómsbólkar og bólkar fyri vaksin. Tað eru áleið 6-8 luttakarar í hvørjum bólki. Til bólkaundirvísingina verður dentur lagdur á at uppbyggja álit og tryggleika í bólkinum, fyri at gera tað lættari hjá luttakarunum at seta orð á. Tað sum verður gjørt á bólkafundunum er í stóran mun, at bólkaleiðararnir undirvísa um ymisk evnir, sum kunnu vera viðkomandi fyri fólk, sum hava flýggjað, men eisini við støði í tí, sum luttakararnir ynskja at práta um. Dentur verður lagdur á at geva rúm bæði fyri práti um álvarsom evnir og hugna til bólkafundirnar. Tú avger sjálv/ur, hvat og hvussu nógv tú ynskir at deila ella seta orð á í bólkinum.
Eitt stað, har tú kanst siga alt
Øll starvsfólk í Beranum hava tagnarskyldu. Hetta millum annað fyri, at tú kanst kenna teg trygga/n, tá tú tosar og ert saman við okkum. Starvsfólk hjá Beranum hava tagnarskyldu við starvssetan, og heldur hon ikki uppat við uppsøgn.
Fráboðanarskylda
Vit hava øll fráboðanarskyldu, um vit vita um eitt barn, sum er fyri vansorgan ella ágangi. Av tí at vit arbeiða við børnum, hava vit herda fráboðanarskyldu sambært barnaverndarlóggávuni. Ítøkiliga er ein fráboðan eini boð til barnaverndartænastuna. Ein slík fráboðan fer til barnaverndartænastuna við tí endamáli at kunna hana um, at eitt barn møguliga hevur tørv á hjálp.
Kelda: Barnaverndarstova Føroya
Samtykki
Børn undir 15 ár skulu hava samtykki frá foreldramyndugleika ella umsorganarpersóni fyri at gerast partur av tilboðnum. Hetta merkir eisini, at øll, sum eru 15 ár og eldri kunnu vera partur av tilboðnum uttan samtykki frá einum foreldri, og kunnu sostatt sjálvi avgerða hvørt foreldrini skulu vera partur av viðgerðini ella ikki.
Tørv á tulki?
Berin bjóðar ókeypis tulk, um tørvur skuldi verið á tí til einstaklingasamrøðu. Til bólkaundirvísing verður tulkur altíð brúktur.
Hvar og nær er bólkaundirvísingin?
Bólkaundirvísingin eru í hugnaligum hølum hjá Beranum í Niels Finsensgøtu í Havn. Bólkarnir byrja so hvørt nóg nógvar tilmeldingar eru til aldursbólkarnar. Bólkarnir hittast aðru hvørja viku í tveir tímar, uml. 8 ferðir. Áðrenn eitt bólkaskeið verða luttakararnir bodnir individuelt til eina kunnandi samrøðu og eftir bólkaskeiðið, verður tikið samanum við einari individuellari eftirmetingarsamrøðu saman við bólkaleiðarunum.
Hvat kostar tað at ganga til samrøðu og bólkaundirvísing?
Samrøður, sálarfrøðilig viðgerð og bólkaundirvísing eru ókeypis. Einki krav er um ávísing frá lækna.
Hvussu meldi eg meg til?
Til ber at fáa tíð til samrøðu ella at koma í bólk við at ringja ella skriva til Beran, ella fáa onkran annan at seta seg í samband við Beran fyri teg. Tú verður síðan boðin til eina kunnandi samrøðu evt. saman við foreldrum/avvarðandi og kanst út frá hesum avgera, um tú/tit ynskja at taka ímóti einum av okkara tilboðum.