
Samrøður
Stuðlandi og terapeutiskar samrøður við sálarfrøðing
Í Beranum er møguleiki fyri at fáa stuðlandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð. Samrøðurnar eru við sálarfrøðingarnar, sum arbeiða í Beranum. Ein tími verður settur av til hvørja samrøðu. Samrøðurnar eru í hugnaligum hølum hjá Beranum í Niels Finsensgøtu í Havn.
Eitt stað, har tú kanst siga alt
Øll starvsfólk í Beranum hava tagnarskyldu. Hetta millum annað fyri, at tú kanst kenna teg trygga/n, tá tú tosar og ert saman við okkum. Starvsfólk hjá Beranum hava tagnarskyldu við starvssetan, og heldur hon ikki uppat við uppsøgn.
Fráboðanarskylda
Vit hava øll fráboðanarskyldu, um vit vita um eitt barn, sum er fyri vansorgan ella ágangi. Av tí at vit arbeiða við børnum, hava vit herda fráboðanarskyldu sambært barnaverndarlóggávuni. Ítøkiliga er ein fráboðan eini boð til barnaverndartænastuna. Ein slík fráboðan fer til barnaverndartænastuna við tí endamáli at kunna hana um, at eitt barn møguliga hevur tørv á hjálp.
Kelda: Barnaverndarstova Føroya
Samtykki
Børn undir 15 ár skulu hava samtykki frá foreldramyndugleika ella umsorganarpersóni fyri at gerast partur av tilboðnum. Hetta merkir eisini, at øll, sum eru 15 ár og eldri kunnu vera partur av tilboðnum uttan samtykki frá einum foreldri, og kunnu sostatt sjálvi avgerða hvørt foreldrini skulu vera partur av viðgerðini ella ikki.
Tørv á tulki?
Berin bjóðar ókeypis tulk, um tørvur skuldi verið á tí til einstaklingasamrøðu. Til bólkaundirvísing verður tulkur altíð brúktur.

Hvat kostar tað at ganga til samrøðu og bólkaundirvísing?
Samrøður, sálarfrøðilig viðgerð og bólkaundirvísing eru ókeypis. Einki krav er um ávísing frá lækna.
Hvussu meldi eg meg til?
Til ber at fáa tíð til samrøðu ella at koma í bólk við at ringja ella skriva til Beran, ella fáa onkran annan at seta seg í samband við Beran fyri teg. Tú verður síðan boðin til eina kunnandi samrøðu evt. saman við foreldrum/avvarðandi og kanst út frá hesum avgera, um tú/tit ynskja at taka ímóti einum av okkara tilboðum.