Sálarfrøðingur ella sálarviðgeri til Beran
11. jul. 2024 | TíðindiBerin hevur eitt áhugavert og avbjóðandi starv sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri leyst at søkja.
Brennur tú fyri at gera ein mun fyri børn, ung og foreldur, sum hava mist ella hava avvarðandi, sum eru rakt av álvarsamari sjúku? Og at vera við til at menna hjálpina og yrkisførleikarnar innan sorg og trauma? So er hetta rætta starvið til tín.
Talan er um farloyvistarv í eitt ár við góðum møguleika fyri longdari starvssetan. Starvstíðin er í høvuðsheitum í dagtímunum.
Um Beran
Berin er ein tvørfakligur, landsfelagsskapur, sum hevur verið virkin síðani 2003. Endamál Berans er:
- Stuðul og hjálp til børn, ung ella foreldur, ið hava mist ella hvørs avvarðandi eru rakt av álvarsamari sjúku
- Vegleiðing og ráðgeving
- Kunnandi og fyribyrgjandi virksemi
- Harumframt er Berin við í eini eitt ára verkætlan at veita ukrainskum flóttum stuðul og hjálp í mun til sorg, kreppu og trauma
Arbeiðsuppgávur
- Stuðlandi samrøður og sálarfrøðilig viðgerð
- Einstaklinga- og familjusamrøður
- Bólkaleiðsla/bólkaviðgerð
- Ráðgeving, vegleiðing
- Sparring/supervisión
- Íverksetan av nýggjum tiltøkum
- Kunnandi virksemi t.d. miðlan og framløgur/undirvísing innan sorg, kreppu og trauma
- Annað fyrifallandi arbeiði
Talan er um sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, har tú í samstarvi við leiðsluna, fær møguleika til at ávirka og menna arbeiðsøkið og framtíðarkósina hjá Beranum.
Førleikar
- Tú hevur útbúgving sum sálarfrøðingur ella sálarviðgeri
- Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir
- Tú megnar og sær fyrimunir í at arbeiða tvørfakligt
- Tú hevur viðkomandi kunnleika til almennar myndugleikar og samstarvsfelagar
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsheitið er sálarfrøðingur ella sálarviðgeri, setanar- og lønartreytir eru sambært avvarandi sáttmála. Setanarstaðið er Berin, Niels Finsensgøta 32, Tórshavn.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. skal sendast til berin@berin.fo
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. Aug. 2024.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddvør Poulsen, leiðara, tlf. 222993.