Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hjartaliga vælkomin til jólaverkstovu og hugnaløtu í Beranum fyri foreldur, sum hava mist pinkubørn

19. nov. 2026  |  Tíðindi

Elin Armgarðardóttir Brimnes, blómubindari, leggur lag á at gera gravarprýði (eitt hjarta). Stundir eru eisini til drekkamunn og hugna.

Tiltakið verður mánakvøldið 7. des. kl. 18-20.

Avmarkað pláss: Pláss er fyri umleið 25 luttakarum.

Kostnaður: Ein dekoratión er 150 kr. Tvær dekoratiónir 300 kr

Tilmelding skjótast tilber á berin@berin.fo, á tlf. 222993 ella til innbakkan á FB.