Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Familjutiltakið hjá Beranum

3. feb. 2025  |  Tíðindi

Kom við til familjutiltakið hjá Beranum á Føroya Fólkaháskúla 😊❤️

Tiltakið verður leygardagin 22. februar frá kl. 9

Skráin er fjølbroytt, við gaman og álvara, har hugni og samvera er í hásæti. Har verður m.a.:

• Spennandi kreativar verkstovur innan myndlist, leik, skriving og tøving

• Framløgur, har onnur, ið hava mist, siga frá síni søgu og fakfólk hugleiður um sorg, sakn og vón

Kvøldseta við undirhaldi og tónleiki

• Í fimleikarahøllini eru góðir møguleikar at spæla stikkbólt, flogbólt, badminton og annað

• Okkurt gott til góman

• Eisini liggja ymisk borð-/familjuspøl frammi

Familjur, børn, ung og vaksin, sum á ein ella annan hátt hava havt samband við Beran gjøgnum árini, ella umhugsa at luttaka í Beranum – komið við til spennandi og áhugavert tiltak.

Børn/ung kunnu luttaka einsamøll (frá uml. 14 ár) ella melda seg til saman við sínum nærmastu, ommu, abba, mostur, vini ella øðrum.

Kostnaðurin er 200 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn (tó í mesta lagi 500 kr. í alt fyri hvørja familju). Við í prísinum: Undirvísing, undirhald, máltíðir og gisting (tilber at gista, hetta er tó ikki eitt krav).

Hetta er 11. ferð at væl umtókta familjutiltakið verður. Tað er eitt gott høvi at hitta onnur, sum skilja tína støðu, at møta teimum, tú kennir frá Beranum ella til at kobla úr vanliga gerandisdegnum.

Avmarkað pláss er, so tað er at kvika sær at melda til. Melda til ella fá nærri kunning um tiltakið við at skriva til berin@berin.fo ella haskulin@haskulin.fo

Tilber eisini at melda til umvegis FB ella við at ringja tlf. 222993