
Hjartans tøkk til Kiwanis Tórshavn
3. feb. 2025 | TíðindiHjartans tøkk til Kiwanis Tórshavn, sum hava savnað 85.000 kr til Beran. Og til øll tykkum, ið hava stuðlað jólatræssøluni hjá Kiwanis
Kiwanis Tórshavn hevur í ár latið yvirskotið av jólatræssøluni til Beran.
Ein fitt og rørandi søga frá Kiwanis:
– Tað hendur meir enn so, at tá fólk koma at keypa, lata tey eitt sindur eyka fyri træið, og hetta eru vit í Kiwanis ógvuliga takksom fyri, tí tað ger beinleiðis meira yvirskot, skrivar Kiwanis.
– Ein kundi sagt fleiri søgur um tað, men vit vilja tó draga eina søgu fram. Tað var ein drongur, sum kom at keypa eitt træ í ár, og tá hann fekk at vita, at yvirskotið fór til Beran í ár, so fór hann í lumman og tók teir smápengar, sum hann hevði leyst, og segði, at hetta skuldu vit eisini eiga. Hann segði í sama viðfangi, at hann hevði mist mammu sína, og hevði fingið góða hjálp frá Beranum.
Eisini ein hjartans tøkk til hendan fitta dreingin, sum stuðlaði Beranum