Lýsing
Tú kanst stuðla Beranum við at keypa eitt minnisskrín.
Minnisskrín til foreldur, ið hava mist barn ella pinkubarn.
Í minnisskríninum er:
- Ein kunnandi faldari til foreldur, ið hava mist pinkubarn.
- Ein notes blokkur og ein pennur.
- Tvær heklaðar “spruttir” – ein gáva frá mammum, ið hava mist pinkubarn
Fyri foreldrini kann hvør smálutur fáa serstakan týdning í mun til sorgina og at bera minnini víðari. Minnisskrínið er gjørt soleiðis, at tað kann rúma minnir, sum t.d. myndir, fótaprent, suttu, kýsa, brøv/tekstir ella tekningar. Tilber at prýða skrínið við navni og/mynd.
Sorgin kann ofta skjótt verða gloymd og kanska ikki viðurkend av øðrum. Fyri familjuna kann minnisskrínið vera við til at minna onnur á, at lítla barnið ikki er gloymt, hóast lívið varð stutt.