Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Partur III: Oddfríða & Bent Johnny – “Barnavognurin skiftur um við eina kistu”

“At bera sonin út í ein bil og koyra hann úr kirkjuni eru tey tyngstu fetini, eg nakrantíð havi tikið. Vit kláraðu ikki at siga farvæl. Tað bleiv meira til, vit síggjast aftur.” – Bent Johnny Olsen, partur III.

Í triðja partinum í okkara poddvarpsrøð hoyra vit um, hvussu tað kann upplivast at missa eitt pinkubarn.

Oddfríða Weihe og Bent Johnny Olsen mistu á sumri í 2020 púra óvæntað lítla sonin Marna. Hvussu ávirkaði tað tey sum familju at missa Marna? Og hvussu royna tey at liva víðari við sorgini sum ein part av gerandisdegnum?

Í sendingini lýsa tey eisini stóra kærleikan til sonin og sorgina um at missa hann so tíðliga. Tey fortelja somuleiðis bersøgið um, hvussu tað var at fara út aftur í gerandislívið og at gerast við barn aftur.

Vit spyrja herumframt Fridu Poulsen, sálarfrøðing í Beranum, um, hvussu man sum par kann stuðla hvørjum øðrum í einari so svárari støðu, og um tað ber til at finna vón í nøkrum so meiningsleysum sum at missa eitt pinkubarn.