Partur I: Sólvá – “Sorgin byrjaði, tá babba bleiv sjúkur”
“Tá sjúkan varð staðfest kom tað púra greitt fram, at hetta var ein sjúka, babba fór at doyggja av. Tað skapti stóra óvissu, stúranir og hjálparloysi. Eingin av okkum hevði eitt svar uppá nakað, men tað var týdningarmikið fyri okkum sum familja at royna at vera saman um óvissuna.“
– Sólvá Hjaltalin Olsen, partur I

Í hesum fyrsta partinum í okkara poddvarpsrøð um sorg hoyra vit um, hvussu tað er at vera barn og ungur við einum álvarsama sjúkum foreldri. Vit hoyra Sólvá Hjaltalin Olsen greiða frá, hvussu tað ávirkaði hennara lív, tá pápi hennara brádliga varð álvarsama sjúkur. Hvussu tey sum familja royndu at vera um hvønn annan í hesum svára og avbjóðandi tíðarskeiðnum, ið var merkt av stórari óvissu, stúranum og hjálparloysi.