Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Nýggir bólkar fara at byrja í Beranum

14. jul. 2023  |  Tíðindi

Hevur tú mist foreldur ella systkin?

Hevur tú foreldur ella systkin við álvarsamari sjúku?

Okkara royndir vísa, at børn og ung ofta ganga einsamøll við tungum tonkum, kenslum og stúranum, tá ið tey missa, ella tá foreldur ella systkin gerast álvarsliga sjúk. Tað eru nógv, ið bera hesar tankar einsamøll, tí at tey ikki vilja hava, at tey nærmastu eisini skulu gerast stúrin um, hvussu tey hava tað.

Hesir tankar og kenslur eru tungar at bera einsamallur, og tí er umráðandi, at tú finnur tær onkran at tosa við. Hevur tú ella onkur sum tú kennir hug at tosa við onnur, sum hava roynt tað sama og tí skilja, hvat tú tosar um?

Berin bjóðar bólkar, har til ber at luttaka saman við javnaldrum í líknandi støðum. Vit møtast aðru hvørja viku og tú ert vælkomin við. Nýggir bólkar byrja eftir summarferiuna, og tilmeldingin er byrjað. Eisini bjóðar Berin ókeypis samrøður við sálarfrøðing.

Ver vælkomin at seta teg í samband við Beran á tlf. 222993 ella at skriva til berin@berin.fo.