Kiwanis stuðlar Beranum við yvirskotið frá jólatræssøluni í ár
16. des. 2024 | TíðindiEins og undanfarin skipar felagsskapurin Kiwanis fyri jólatræssølu uttanfyri Sjónleikarhúsið Havn. Talan er um sjálvboðið arbeiði, har yvirskotið av søluni verður lætið vælgerðandi endamál. Í ár hevur Kiwanis avgjørt at stuðla Beranum.
Hjartans tøkk til Kiwanis fyri stuðulin og ikki minst fyri hetta týdningarmikla tiltak, sum hvørt ár er við til at stuðla einum vælgerðandi endamálið til frama fyri børn, ung og familjur teirra
Kiwanis skrivar:
Á hvørjum ári selur Kiwanis jólatrø, og aftur í ár eru vit at finna á parkeringsplássinum aftanfyri Sjónleikarahúsið. Í ár fer yvirskoti av søluni til Beran.
Berin virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.
Sølan er opin mánadag – fríggjadag 16.-20., og leygardag – sunnudag 14.-20.
Vit hava trø í nógvum støddum til sølu, frá 1 metri til 2,30 metrar+.
Prísurin er frá 300 til 500 kr. Vit taka ímóti korti og reiðum