Jólabasarin hevur lætið stuðulsgávu til Beran
7. okt. 2024 | TíðindiHjartans tøkk til føroyska Jólabasarin í Keypmannahavn, sum hevur lætið 20.000 kr. í stuðulsgávu til arbeiðið hjá Beranum <3
Jólabasarurin skrivar:
“Berin ger eitt stórt fyribyrgjandi og heilsufremjandi arbeiði fyri børn og ung, ið eru í truplari støðu og tað vilja vit fegin stuðla.
Tann føroyski jólabasarurin hevur verið virkin síðan 2011og er ein sjálvstøðug eind sum samstarvar við Kvinnufelagið, Føroyahúsið og einstaklingar í og uttanfyri Keypmannahavn.
Endamálið er at stuðla kvinnum og børnum í Føroyum, ið eru í fíggjarligari ella aðrari trongstøðu, og partvís at fáa føroysk mentunarlig tiltøk til Keypmannahavnar.
Jólabasarurin, ið er nógv vitjaður, verður hildin í november mánað á hvørjum ári í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Alt arbeiði er sjálvboðið og sera nógv fólk, serliga kvinnur, stuðla tiltakinum millum annað við at seyma, baka ella gera lutir til jólabazarin. Alt avlop fer til endmálið.”
Eisini ein hjartans tøkk til jólabasarin fyri tykkara týdningarmikla, vælgerðandi tiltak og blíðan byr <3