Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hevur tú hoyrt okkara nýggja podd?

22. feb. 2023  |  Tíðindi

“Eg sakni teg” eitur nýggja poddvarpsrøðin hjá Beranum. Poddurin er í fyrstu atløgu í trimum pørtum, ið allir snúgva seg um sorg, sakn og vón.

Vit í Beranum takka inniliga Sólvá, Jórun, Oddfríðu og Bent Johnny fyri teirra dirvi at deila teirra persónligu og hjartanemandi søgu við okkum í hesum sendingum. Eisini vilja vit takka Betri fyri at fíggja verkætlanina.

Poddvarpið er gjørt í eini vón um, at tú, ið eisini saknar, kennir teg eitt vet minni einsamallan. Ella kanska tú sum avvarðandi kanst fáa íblástur til, hvussu tú kanst vera um onkran, ið hevur mist.

Lív Højsted Horsdal er sálarfrøðingur og vertur í poddvarpinum.

Til ber at hoyra “Eg sakni teg” á Spotify og her á okkara heimasíðu: https://www.berin.fo/poddvarp/