Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Dansibandsfestivalurin latið stuðul til Beran

29. aug. 2023  |  Tíðindi

Eins og undanfarin ár, so hevur Dansibandsfestivalurin aftur í ár gjørt av at lata stuðul til ymisk feløg. Í ár varð tilsamans latið 154.000 kr. í stuðli til VB, FC Suðuroy, Johannu TG 326, Eydnudeildina Svanarnir í Suðuroy, Beran, Reyða Kross, og Dronninglundferðina hjá Ungdómsdeildini hjá VB.

14.000 kr. varð latið Beranum. Lea Næs, umboð fyri Beran, tók ímóti stuðulsgávuni.

Hjartans tøkk fyri stuðul og vælvild <3