Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Børn hjálpa børnum

6. des. 2023  |  Tíðindi

‘Børn hjálpa børnum’ er eitt árligt innsavningartiltak hjá Skúlanum við Løgmannabreyt. Hetta er 10. árið at tiltakið er fyriskipað. Í ár høvdu tey savnað ikki minni enn 30.238 kr., og varð peningagávan latin til arbeiðið hjá Beranum til at hjálpa børnum og ungum, sum hava mist ella sum hava álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin.

Hjartans tøkk til næmingar, lærarar og foreldur hjá børnum, ið ganga í Skúlanum við Løgmannabreyt fyri stuðulin til Beran ❤️