Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Bólkar

Hvat ger man í bólkunum?

Bólkarnir verða leiddir av fakfólki við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan sorg, ið stuðla og leggja lag á. Dentur verður lagdur á at uppbyggja álit og tryggleika í bólkinum, fyri at gera tað lættari hjá luttakarunum at seta orð á. Tað, sum verður gjørt á bólkafundunum, er í stóran mun at práta um evnir innan sorg við støði í tí, sum luttakarnir ynskja at práta um. Alt eftir aldrinum á luttakarunum, verður annað eisini gjørt, so sum at tekna, mála, hyggja eftir filmsbrotum o.t. Dentur verður lagdur á at vit bæði seta orð á og hugna okkum til bólkafundirnar. Tú avger sjálv/ur, hvat og hvussu nógv tú ynskir at deila ella seta orð á í bólkinum. 

Hvar og nær eru bólkarnir?

Bólkarnir eru í hugnaligum hølum í Beranum í Niels Finsensgøtu í Havn. Teir eru deildir upp eftir aldri, soleiðis, at tað eru barnabólkar, tannáringabólkar og ungdómsbólkar. Teir byrja vanliga hálva hvørt ár, sum er ávikavist í jan/feb og aug/sep. Annars byrja teir so hvørt nóg nógvar tilmeldingar eru. Bólkarnir hittast aðru hvørja viku í tveir tímar, í alt 10 ferðir. Bólkaluttakararnir møtast saman við tveimum bólkaleiðarum. Eftir eitt bólkaskeið, verður tikið samanum við einari eftirmetingarsamrøðu saman við bólkaleiðarunum. 

Hvat kostar tað at luttaka í bólki?

Kostnaður fyri at luttaka í bólki er 300 kr. Luttøkugjaldið skal tó ongantíð vera ein forðing fyri at luttaka í bólki. Um so er, at tað gerst ein forðing, finna vit eina loysn. 

Hvussu meldi eg meg til?

Til ber at melda seg til bólk ella fáa tíð til samrøðu, við at ringja ella skriva til Beran ella fáa onkran annan at seta seg í samband við Beran fyri teg. Tú verður síðan boðin til eina kunnandi samrøðu evt. saman við foreldrum/avvarðandi og kunnu út frá hesum avgera, um tú/tit ynskja at taka ímóti einum av okkara tilboðum ella ikki.