Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hvat er bíðisorg?

Tá eitt foreldur ella systkin gerst álvarsliga, likamliga sjúkt, elvir tað ofta til stórar broytingar í familjuni. Leiklutirnir í familjuni og tryggu, føstu karmarnir broytast. Lívið hjá børnunum gerst øðrvísi.

At vitja á sjúkrahúsinum verður hjá summum brádliga ein partur av gerandisdegnum. Hjá fleiri eru foreldrini kanska eisini uttanlands í sjúkraørindum í styttri ella longri tíðarskeiðum. Sjúka fyllir sum heild ofta meira í gerandisdegnum, og foreldrini hava kanska heldur ikki altíð líka nógva orku at spyrja og lurta, sum tey plaga. Ofta skulu tær somu uppgávurnar í heiminum gerast av færri persónum, og tað kann vera trupult at leggja ætlanir.

Harafturat síggja vit at nógv børn og ung stríðast við:

Okkara royndir eru, at nógv børn og ung ganga einsamøll við tungum tonkum, kenslum og stúranum, tá mamman, pápin ella eitt systkin er álvarsliga sjúkt. Summi ynskja ikki at tyngja foreldrini við hesum, tí tey síggja, at tey hava nógv um at vera. Onnur eru bangin fyri, at sjúkan hjá foreldrinum ella systkininum gerst verri, um foreldrini eisini skulu stúra um, hvussu man sjálvur hevur tað. Tískil gerast nógv ístaðin enn meira umsorganar- og ábyrgdarfull heima og velja kanska eisini síni egnu áhugamál frá fyri at kunna hjálpa til við hús. 

Tá børn og ung kenna seg kroyst, strongd og ótrygg, er tað vanligt, at tey eitt nú:

  • Hava minni orku.
  • Hava ringt við at sovna ella sova illa.
  • Hava trupult við at minnast og hugsavna seg.
  • Hava ilt í búkinum ella høvdinum.
  • Kenna seg tung í huga.
  • Hava styttri fjús og gerast lætt ill.