Berin hevur fingið nýggja heimasíðu
22. feb. 2023 | TíðindiNýggja heimasíðan hjá Beranum er klár á netinum. Gamla heimasíðan hevði nøkur ár á baki, og tí varð mett, at tørvur var á eini nútímans heimasíðu, sum er smidligari og snøggari. Lunnar hava gjørt nýggju heimasíðuna.
Dentur er lagdur á at gera tað einfalt at leita eftir tí, sum ein hevur tørv á. Tilboðini eru býtt upp í tríggjar málbólkar, har kunning er um tilboðini til málbólkin, umframt vitan um sorg o.a. Málbólkarnir eru býttir upp soleiðis:
- Børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin.
- Børn og ung, ið hava álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin.
- Foreldur, ið hava mist barn/punkubarn.
Inni á heimasíðuni liggur eisini ymiskt nýtt føroyskt tilfar, sum Berin hevur verið við til at framleiða. Tað er eitt nú filmsbrot, poddvarp o.t.
Á heimasíðuni er tað eisini vorðið møguligt at kjatta dulnevnt við ein sálarfrøðing hjá Beranum. Kjattið er opið hvønn mánadag frá 11-13.
Vónandi fært tú gleði av nýggju heimasíðuni og tilfarinum, sum liggur á.