Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Berin ein glotti í myrku sorgini

23. feb. 2023  |  Tíðindi

Skriv til fyritøkur:

Í ár eru 20 ár síðani, at felagið Berin varð stovnað. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórari landsinnsavning sunnukvøldið 5. mars í Kringvarpi Føroya. Vit fara at borðreiða við góðum tónleiki, innsløgum, undirhaldi og samrøðum frá kl. 19.00 til umleið kl. 21.30.

Endamálið við innsavningini er at savna pening inn til at røkja vaksandi virksemið hjá Beranum – bæði í dagliga arbeiðnum og fyri at tryggja framtíðarkarmarnar.

Hvørt ár verða børn og ung rakt av sorg, tá ið foreldur/systkin gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Berin varð settur á stovn fyri at hjálpa børnum og ungum í sorg, og fyrstu sorgarbólkarnir fóru í gongd í 2003. Tey seinastu 20 árini hevur Berin hjálpt fleiri enn 1000 børnum, ungum, og seinastu árini eisini foreldrum, ið hava mist børn. Fyri øll hesi hevur Berin verið ein glotti í myrkrinum.

Soleiðis skrivar ein mamma, sum brádliga misti mann og pápa at trimum døtrum:

“Mitt í allari sorgini skuldi eg royna at vera mamma og spyrja inn til og ugga døtrarnar. Berin er beinleiðis orsøk til, at døtur mínar hava fótað sær aftur”.

Sorg er partur av okkara grundleggjandi lívskorum, og spurningurin er, hvussu vit sum samfelag lofta avvarðandi, tá ið deyði og álvarsom sjúka koma á gátt. Í dag vita vit, at jú fyrr hond verður tikin um sorgina, størri møguleika hava fólk at fóta sær aftur.

Vit senda tí hesa áheitan á tykkum um at stuðla innsavningini fíggjarliga, soleiðis at Berin kann halda fram við arbeiðinum at hjálpa børnum, ungum og foreldrum í sorg.

STUÐLA

Tit kunnu stuðla við at flyta pening á konto hjá Beranum:

Bank Nordik 6460 – 6379054
Betri Banki 9181 – 5792772
Norðoya Sparikassi 9865 – 3287453
Suðuroyar Sparikassi 9870 – 3070868

í seinasta lagi mikudagin 1. mars, soleiðis at flytingin er skrásett, áðrenn sendingina.

Tit kunnu eisini ringja til tykkara peningastovn sunnukvøldið 5. mars í tíðarskeiðnum kl. 19.00–21.00, meðan landsinnsavningin verður send í sjónvarpinum, og avtala flyting við peningastovnin. Peningastovnurin boðar síðani okkum frá, og vit syrgja fyri, at flytingin verður skrásett á lýsingarbreddanum.

Allar upphæddir yvir 5.000 kr. koma á lýsingarbreddan á skerminum við navni á stuðlinum. Upphæddir yvir 25.000 kr. koma á lýsingarbreddan við búmerki, og tá hava vit brúk fyri, at tit senda okkum tykkara búmerki á berfyriberan@gmail. com í seinasta lagi 3. mars. Tað ber sjálvandi eisini til at vera dulnevnd/ur, um ein ikki ynskir navnið á lýsingarbreddan. Vinarliga viðmerk hetta, um so er.

Hava tit spurningar ella viðmerkingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Oddvør Poulsen, dagligur leiðari, Berin, tlf. 222993 / email oddvor@berin.fo ella Urd Johannesen, samskipari, tlf. 223010 / email berfyriberan@gmail.com.

Við vón um vælvild.

Blíðar heilsanir

Oddvør Poulsen
dagligur leiðari fyri Beran