Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Angelu er komin í starvsvenjing í Beranum

13. nov. 2023  |  Tíðindi

Í dag er Angela byrjað í starvsvenjing í Beranum. Hon gongur í 9. flokki í Stranda skúla. Angela misti mammu sína brádliga, tá hon var 5 ár. Angela hevur eisini luttikið í Beranum. Orsøkin til at hon hevur ynskt at koma í Beran í starvsvenjing er hennara áhugi fyri at hjálpa børnum og ungum í líknandi støðu. Og at fáa meira vitan um útbúgvingar innan hetta økið.

Hjartaliga vælkomin Angela.