Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hjartaliga vælkomin til jólaverkstovu og hugnaløtu í Beranum fyri foreldur, sum hava mist pinkubørn

21. nov. 2025  |  Uncategorized @fo-fo

Kathe Dahl, blómubindari, verður í Beranum og leggur lag á at gera gravarprýði (eitt hjarta). Stundir eru eisini til drekkamunn og hugna.

Tiltakið verður hósvøldið 4. des. kl. 19-21.

Avmarkað pláss: Pláss er fyri umleið 25 luttakarum.

Kostnaður fyri tilmelding er 150 kr og er íroknað eina dekoratión (tvs at kostnaðurin fyri einstakling/par og eina dekoratión er 150 kr. tilsamans. Um ynski er at gera tvær dekoratiónir er kostnaðurin 300 kr).

Øll foreldur eru vælkomin. Bæði tit, ið hava mist nýliga og tit, ið hava mist fyri árum síðani.

Tilmelding á berin@berin.fo ella á tlf. 222993.