Lýsing
Tú kanst stuðla Beranum við at keypa eina minningarbók.
Ein minningarbók er ein máti at skapa stuttlig og varandi minni um eitt menniskja, sum ikki livir meira. Minningarbókin er eitt slag av bók við minnum, sum hjálpir okkum at minnast týdningarmiklar og stuttligar søgur um persónin, ein hevur mist. Í bókini er eisini møguleiki at bjóða familju og vinum at koma við sínum søgum sum gestarithøvundar.
Eina minningarbók kanst tú byrja uppá, so skjótt sum persónurin er deyður – ella fleiri ár eftir. Tað er týdningarmikið at goyma felags upplivingar og góðar søgur og á henda hátt lata minnini liva víðari.
Til ber eisini at fylla út minningarbók um tann, sum tú hevur mist, er eitt barn. So kannst tú bara hoppa nakrar síður og spurningar um, sum serliga snúgva seg um deyð vaksin, og har kanst tú til dømis seta tekningar inn, sum barnið hevur teknað, ella kanska onkrar myndir av barninum saman við til dømis systkjum.
Vaksin kunnu eisini lesa bókina og fáa hugskot, hvussu tey kunnu koma í barnahædd – og íblástur til góðar samrøður við børn, sum hava mist ein kæran. Bókin hevur eisini góð ráð til foreldur um børn, sum hava mist pápa sín ella mammu sína.