Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Keypstreytir

1. YVIRSKIPAÐ KUNNING

Berin
Niels Finsensgøta 32
100 Tórshavn

V-tal: 526258
Telefon: +298 222993
Email: berin@berin.fo

2. BETALING

Berin tekur ímóti hesum gjaldskortum: Visakort og Mastercard via Quickpay.

Upphæddin verður trekt av konto tíni, tá vøran er send ella avheintað.

Allar upphæddir eru í DKK við mvg.

3. VØRUR

Á nethandli okkara ber til at keypa stuðulsvørur, sum td. bøkur og hondgjørdar vørur. 

4. LEVERING OG AVHEINTAN

Berin leverar ordrar umvegis Posta. Tú kanst væntað eina leveringstíð á 5-10 dagar. Vørur kunnu eftir avtalu avheintast á avtalaðum stað.

5. IÐRANARRÆTTUR

Tú hevur sum kundi 14 dagar iðranarætt, tá tú keypir á berin.fo, treyta av at vøran ikki er tikin í brúk og ikki handfarin á óforsvarligan hátt.

Kundin skal sjálvur gjalda fyri aftursendan av vørum í samband við iðranarrættin.

Iðranin skal upplýsast okkum seinast 14 dagar eftir at vøran er keypt og vøran skal sendast aftur til Beran seinast 14 dagar eftir, at tú hevur brúkt tín iðranarrætt.

Vilt tú gera brúkt av iðranarrættinum skal tú senda okkum boð um hetta á berin@berin.fo og tað skal koma týðiligt fram, at tú ynskir at gera brúk av iðranarrættinum og at tú ynskir at senda vøruna aftur.

6. AFTURGJALD

Iðrar tú keypið, fært tú afturgoldið upphæddina, sum tú hevur goldið til okkum. Hendur ein virðisminking, sum tú heftir fyri, verður hetta trekt av keypsupphæddini.

Velur tú at nýta tín iðranarrætt, endurrinda vit gjaldið vit hava móttikið frá tær, uttan óneyðuga seinkan og í øllum førum 14 dagar eftir, at vit hava móttikið boðini um, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt. Vit endurrinda upphæddina við sama gjaldmiðli sum upprunakeypi var gjørt í, uttan so at tú greiddliga hevur samtykt okkurt annað. 

Vit kunnu halda endurgjaldinum aftur, inntil vit hava móttikið aftursendu vøruna, uttan so at tú kanst skjalprógvað aftursendingina.

Iðrar tú keypið, skal vøran sendast til:

BERIN
Niels Finsensgøta 32
FO-100 Tórshavn

Hesi vørusløgini eru ikki partur av iðranarrættinum:

– Vørur, sum eru framleiddar eftir serligum ynski frá keypara ella hava fingið eitt týðiligt persónligt eyðkenni.

– Vørur, sum versna ella fyrnast skjótt

7. ENDURGJALDSKRAV

Tá tú keypur á berin.fo hevur tú 24 mánaðar endurgjaldskrav. Hetta merkir, at tú kanst fáa vøruna bøtta, umbýtta, peningin afturgoldnan ella avsláttur av prísinum treytað av ítøkiligu støðuni. Rættindahavi til endurgjald er eitt krav og at breki ikki er ein avleiðing av skeivum brúki av vøruni ella aðrari skaðaelvandi atferð. 

Tú skalt gera vart við breki á vøruni innan “rímiliga tíð”. Um tú gert krav um endurgjald innan tveir mánaðar eftir at tú hevur funnið brek á vøruni, verður hetta altíð rokna sum rættstundis. 

Hevur tú rættindi til endurgjald, rinda vit tær (eitt rímiligt) vøruflutningsgjald aftur. Vøran skal altíð sendast aftur í ráðiligum pakkitilfari, og minnst til at fáa eina kvittan fyri vøruflutningsgjaldið, so vit kunnu endurgjalda tað.

Hetta er ikki galdandi fyri matvørur.

Vøran skal sendast til:

BERIN
Niels Finsensgøta 32
FO-100 Tórshavn

Tá tú letur eina vøru innaftur, verður tú biðin um at lýsa trupulleikan nágreiniliga.

Vit taka ikki ímóti vørum sendar við eftirkravi. 

8. PERSONDATAPOLITIK

Les okkara persónsdatapolitikk her. 

9. KLAGUR

Vilt tú klaga um keypi, skalt tú skrivað til berin@berin.fo. Finna vit ikki eina loysn saman, kanst tú, um tú lýkur treytirnar, senda eina klagu inn til viðkomandi kærunevndir.