Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Partur II: Jórun – “Eg sakni babba hvønn dag”

At byrja við tímdi eg illa at tosa við nakran um tað, ið var hent. Eg var vekk og køld. Eg var ikki eg… men nú havi eg funnið meg sjálva aftur og vil gjarna tosa um pápa mín og tað, ið er hent.”
– Jórun Mùller Jacobsen, partur II

Í hesum næsta partinum í okkara poddvarpsrøð hoyra vit um, hvussu tað sum tannáringur kann upplivast at missa eitt foreldur. Jórun Múller Jacobsen misti brádliga pápa sín í einari arbeiðsvanlukku í 2016. Hvussu upplivdi hon at missa pápa sín, og hvussu hevur hon lært seg at liva víðari við sorgini?

Í sendingini seta vit eisini fokus á, hvat sorg er fyri nakað, og hvussu ymiskt vit menniskju reagera, tá vit missa. Harumframt vitja vit í Beranum og tosa við Oddvør Poulsen, leiðara, um, hvat Berin er fyri nakað, og hvat børnini og tey ungu fáa burturúr, tá tey koma her.