Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Hvat er sorg?

Sorg er ein natúrlig reaktión upp á at missa ein, man er góður við. Tað er sera ymiskt hjá teimum sum hava mist, hvussu sorg kennist og kemur til sjóndar. Summi vísa sterkar kenslur fyri øðrum, summi goyma tær meira, summi merkja ikki serliga sterkar reaktiónir o.s.fr. Tað sæst eitt nú í familjum, ið hava mist, at tað ofta er ymiskt, hvussu familjulimir reagera, og nær reaktiónirnar koma. Ein orsøk til tað er, at vit øll eru ymisk sum menniskju, og tí reagera ymiskt. Sorg er eisini ymisk alt eftir aldri, kyni, sambandi til tann deyða, umstøðunum í samband við andlátið o.a. Tí er tað umráðandi at minnast, at sorg er ein natúrlig reaktión og at tað ikki er ein rættur ella ein skeivur máti at syrgja uppá.

Sorgarreaktiónir

Sorg kemur, sum áður nevnt, til sjóndar upp á nógvar ymiskar mátar. Sorg er ofta ein samanseting av kensluligum, fysiskum, sosialum og hugsanarligum reaktiónum. Niðanfyri eru dømi um, hvussu sorg kann vísa seg.

Kensluligar reaktiónir:

  • kedd/ur
  • vreiði
  • ótti
  • skuldarkenslur
  • einsemi
  • saknur
  • skelkað/ur
  • lætti
  • o.a.

Fysiskar reaktiónir:

  • troytt/ur
  • høvuðpína
  • magapína
  • trupult við at sovna
  • broyttur matarlystur 
  • o.a.

Sosialar reaktiónir:

  • minni orka til sosialar aktivitetir
  • kenna seg øðrvísi
  • kensla av at onnur ikki skilja seg
  • størri tørvur á stuðli 
  • o.a.

Hugsanaligar reaktiónir:

  • trupult við at minnast
  • trupult við at hugsavna seg
  • tankar um deyðan
  • ringt við ordiliga at skilja andlátið
  • stúranir um framtíðina 
  • o.a.

Hesar reaktiónir eru ikki til staðar alla tíðina. Tey flestu skifta ímillum at vera í sorg og at vera glað/ur ella hyggja meira frameftir. Tað at vera glað/ur ella at taka ein steðg frá sorgini, kann geva skuldarkenslur fyri nøkur, men tað er ein natúrligur og neyðugur partur av at vera í sorg, m.a. tí at tað er við til at gera, at man lærir at liva við sorgini.

Børn og ung eru ofta bangin fyri at missa onnur rundan um seg. Tað kann vera, at man hevur størri tørv á at vita, hvar foreldrið er og at vita, at tað hevur tað gott. Tað er ein vanlig reaktión, sum ofta hvørvur av sær sjálvum, so hvørt man gerst meira trygg/ur. Um hon ikki hvørvur av sær sjálvum, so kann tað vera gott at leita sær hjálp.  

Nógv børn og ung kenna seg eisini øðrvísi og einsamøll í sorgini. Tað kann kennast sum, at onnur ikki ordiliga skilja, hvussu man hevur tað ella sum, at man ikki longur heldur tað sama vera áhugavert. Tað kann ofta vera ein hjálp at tosa við eitt nú vinfólk ella onnur, sum hava mist, um hvussu tað kennist. Tey kunnu ongantíð ordiliga skilja, hvussu tú hevur tað, men tey kunnu koma at skilja tað betri. 

Sorgargongd

Sorg er, sum áður nevnt sera individuell og tað er sorgargongdin eisini. Fyrr varð hildið, at man fór ígjøgnum stadiir, tá man var í sorg, og at man var liðugur við sorgina, tá man kom ígjøgnum tey. Í dag sær man sorg meira sum eina individuella process, har tey flestu læra at liva við sorgini. 

Tá man er í sorg, skifta tey flestu ímillum at vera í sorgini og at vera glað/ur ella hyggja frameftir. Tað er ein natúrligur partur av sorgargongdini. Tað er bæði gott at vera í sorgini og at taka ein steðg frá sorgini og vera glað/ur. Tað er við til at gera, at man lærir at liva við sorgini.

Ofta síggjast nógvar reaktiónir ta fyrstu tíðina eftir, at ein hevur mist. Tá kunnu fleiri kenna seg ørkymlaði og hava trupult við at fáa gerandisdagin at hanga saman, ella at sorgin fyllir sera nógv í gerandisdegnum. Við tíðini gerast sorgarreaktiónirnar veikari og tað gongur longri ímillum tær, í takt við, at man lærir seg at liva við sorgini. 

Hóast man lærir at liva við sorgini, kann sorgin ofta venda aftur serlig tíðarskeið í lívinum. Tað kann t.d. vera um høgtíðir, serligar dagar, tá man gerst foreldur, verður gift/ur, verður liðug/ur við útbúgving o.t.

Fyri uml. 7% av teimum, sum hava mist ein av teirra nærmastu, kann sorgin útvikla seg til forlongda sorg. Tað kann t.d. vera um sorgarreaktiónirnar ikki gerast færri og ikki fáa minni styrki, ella um tað gongur út yvir gerandisdagin, langa tíð eftir andlátið. Summi útvikla eisini tekin um eitt nú tunglyndi, ótta ella PTSD. Um sorgin útviklar seg til forlongda sorg ella man útviklar tunglyndi ella tílíkt, er umraðandi at leita sær hjálp.