
Børn hjálpa børnum
17. des. 2025 | TíðindiÍ dag vóru hesu fittu børnini, saman við tveimum starvsfólkum, og handaðu ein kekk frá innsavning hjá Frítíðarskúlanum Smílibýlið.
Tey handaðu gávuna, sum umboð fyri øll í Frítíðarskúlanum Smílibýlinum, har tað ganga umleið 80 børn.
Tey greiddu frá, at í sambandi við innsavningina hava tey gjørt ymiskt kreativt virksemi t.d. mála krúss/tallerkar/kannur, gjørt jólakúlur og veva. Síðan hava tey havt jólasølu – og soleiðis savnað 14.372 kr. til Beran.
Hjartans tøkk til tykkum øll frá Beranum ❤️