
Savnaðu 1.590.000 kr til børn við hættisligum sjúkum
14. okt. 2025 | TíðindiHjartans tøkk til Team Rynkeby Føroyar fyri vælgerandi innsavningina til børn við álvarsligum sjúkum
Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.590.000 kr. Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París, varð handaður á hátíðarløtu í Aulini í Eysturskúlanum.
Umframt at stuðla gransking í sjúkum og viðgerðum hjá børnum, verður peningurin eisini latin Krabbameinsfelagnum, Hjartabarninum, Cystisk fibrosufelagnum, Beranum, Sinnisbata, Autismufelagnum og ADHD- felagnum.
Hesa ferð fekk Berin høvið at taka ímóti kekkinum vegna feløgini. Oddvør Poulsen, leiðari í Beranum, helt røðu, har kunnað var um virksemið hjá Beranum og takkað var vegna felagsskapirnar, sum móttaka stuðul frá Team Rynkeby Føroyar.