Stuðla
Beranum

+298 22 29 93

Sorgargongdin

Hóast sorg er ymisk og individuell, so síggjast oftast flest reaktiónir ta fyrstu tíðina eftir, at ein hevur mist, og síðani gerast reaktiónirnar veikari og tað gongur longri ímillum tær. Hetta skyldast, at man við tíðini lærir at liva við sorgini. Tað er eingin skjót loysn upp á sorg, og tað tekur ofta tíð at læra at liva við henni. Tað kann vera gott at loyva sær at merkja sorgina og at deila hana við onnur.  Ofta vendir sorgin aftur um høgtíðir, serligar dagar, og serlig tíðarskeið í lívinum. Tað kann t.d. vera, um man gerst foreldur aftur, verður gift/ur, tá ið barnið skuldi bryjað í skúla o.t. 

Hjá uml. 7% av teimum, sum hava mist ein av teirra nærmastu, kann sorgin útvikla seg til forlongda sorg. Tað kann t.d. vera um sorgarreaktiónirnar ikki gerast færri og nærum hava somu styrki sum í byrjanini, ella at sorgin gongur út yvir gerandisdagin langa tíð eftir andlátið. Summi útvikla eisini tekin um tunglyndi, ótta ella PTSD. Um sorgin útviklar seg til forlongda sorg, er neyðugt við sálarfrøðiligari viðgerð.